2019-05-29 09:42
Ein rættiliga stór grind liggur í løtuni undir Argjalandinum millum Gulan og bátahylin á Argjum.
- Vit bíða til fólk frá sløkkiliðnum eru liðug at gera klárt á sandinum í Sandagerði, so fara vit at reka grindina inn, sigur Bjarni Poulsen, grindaformaður.
Talan er um eina rættiliga stóra grind, millum 150 og 200 hval, metir grundaformaðurin.
Tá tey funnu grindina í Nólsoyarfirði, var rættiliga nógvur springari uppií, men tað hevur eydnast teimum at sálda springararnar frá, og tað vóru springararnir, sum fólk sóðu verða riknar niðan eftir fjørðinum fyri løtu síðani.
Einir 25 bátar eru hjá grindini, heldur Bjarni Poulsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald