2019-06-05 11:03
Ein maður, sum kom til Føroyar fyrrakvøldið, gekk í gjár á havnargøtum og biddaði pengar frá fólki.
Fólk ringdu til løgregluna og boðaði frá at ein maður gekk runt og bað um pengar. Hann segði at pengarnir fóru til átrúnaðarlig og vælgerandi endamál.
Løgreglan fór eftir manninum og hevur skuldsett hann fyri at savna inn pening ólógliga. Hann hevði ikki neyðugu loyvini til at savna pening inn.
Løgreglan kannar nú um maðurin royndi at lumpa fólk ella um hann veruliga savnaði inn til átrúnaðarligt ella vælgerandi endamál.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald