Fáar tímar áðrenn hann gevst í Hvítu Húsunum, hevur fráfarandi amerikanski forsetin, Joe Biden náðað læknanum Anthony Fauci og fyrrverandi amerikanska verjuovastanum Mark Milley og limum í Kongressnevndini, sum kannaðu álopið á Kongressina 6. januar 2021 - m.a. republikanararnir Liz Cheney og Adam Kinzinger.
Tað er óvanligt, at ein forseti náðar persónum, sum enn ikki eru dømdir fyri nakað, men hetta verður gjørt fyri at verja tey móti møguligari rættarsókn, eftir at Donald Trump er blivin forseti, skrivar tíðindastovan AP.
Biden sigur í fráboðan, at hetta ikki má misskiljast sum ein viðurkenning av, at nakar hevur gjørt nakað revsivert, og eiga hesi at fáa tøkk fyri "teirra ótroyttiliga arbeiði fyri okkara land".
– Hetta eru serligar umstøður, og eg kann ikki við góðari samvitsku gera einki, sigur fráfarandi amerikanski forsetin, sum leggur afturat, at tað at verða kannaður ella rættarsøktur kann hava við sær óbøtiligan skaða á umdømi og fíggjarstøðu, hóast ein verður fríkendur.
Anthony Fauci er smittufrøðingur og var leiðari fyri amerikanska National Institute of Allergy and Infectious Diseases í nærum 40 ár, til hann í 2022 fór frá fyri aldur. Hann var m.a. ráðgevi hjá Hvítu Húsunum undir koronakreppuni, og vóru hann og Trump javnan ósamdir um koronutiltøk. Trump hevur fleiri ferðir funnist at Fauci síðani, og Fauci og familja hansara hava eisini fingið deyðshóttanir.
Mark Milley, sum var herovasti undir Donald Trump, hevur verið fyri nógvum atfinningum, síðan tað kom fram, at hann hevði havt "loyniligar telefonsamrøður" við Kina", sum stúrdi fyri, at USA kundi hava ætlanir um at leypa á tey. Milley gjørdi í samrøðunum greitt, at USA ikki fór at leypa á Kina, men at hann skuldi ávara tey, um so var. Trump hevur m.a. sagt, at Milley átti at verið rættarsøktur fyri landasvik.
Bæði Milley og Fauci suga við CNN, at teir eru takksamir.
– Sum (Biden) segði, vit hava einki skeivt gjørt, men ógrundaðu ákærurnar og hóttanirnar eru veruligar fyri meg og familjuna, sigur Fauci, sum leggur afturat, at hann ikki hevur biðið um at verða náðaður.
Joe Biden hevur náðað og linkað revsingina hjá fleiri persónum enn nakar annar amerikanskur forseti.
Herfyri linkaði Biden revsingina hjá 2.500 persónum, sum vórðu dømdir í sambandi við rúsevnismál, og í desember linkaði hann revsingina hjá umleið 1.500 persónum, sum undir koronukreppuni vórðu leyslatnir fyri at sita fongsulsdómin heima við hús, m.a. broytti hann revsingina hjá 37 deyðadømdum fangum til lívlanga fongsulsrevsing uttan møguleika fyri royndarleyslating, og náðaði 39 persónum.
Sambært hagtølum hjá amerikanska løgmálaráðnum, hevur Donald Trump, sum seinnapartin verður tikin í eið sum forseti fyri aðru ferð, náðað 144 persónum og linkað revsingina hjá 94 persónum í sínum fyrra valskeiði. Undanmaður hansara, Barack Obama, sum sat í átta ár, náðaði 212 persónum og linkaði revsingina hjá 1.715 persónum, skrivar NBC News.
Dagførd kl. 15.03.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald