Innanlands

Lyfta er nú JLG-umboð í Føroyum

Nú kanst tú eisini keypa lyftur frá Lyfta

Morten Lissner, stjóri í Lissner í Danmark, og Finn Danberg, stjóri í Lyfta (Mynd: Lyfta)

Morten Lissner, stjóri í Lissner í Danmark, og Finn Danberg, stjóri í Lyfta (Mynd: Lyfta)

2026-06-08 16:46 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hevur tú vitjað á einum byggiplássi í Føroyum, so hevur tú sannlíkt sæð eina JLG-lyftu. Hesar flottu lyfturnar eru ein hornasteinur í úrvalinum hjá Lyfta.

- Fleiri av okkara kundum eiga ella leiga longu JLG-lyftur frá okkum og at fara undir sølu av JLG-lyftum í Føroyum, er eitt natúrligt næsta stig hjá okkum”, sigur Finn Danberg, stjóri í Lyfta.

- Vit umvæla, góðkenna og leiga frammanundan út, og við at fara undir sølu av JLG-lyftum, geva vit kundum okkara enn betri tænastu.

Lyfta, sum heldur til á Hjalla í Hoyvík, hevur seinasta árið veruliga spent seg út við nýggjum tænastum sum bilflutningi afturat maskinflutningi, umframt kjarnuvirksemið at leiga út maskinur, amboð og lyftir til bæði vinnuna og privatfólk.

Viðhvørt kann tað loya seg at eiga
Higartil hevur Lyfta leigað lyftir út, men tíðin er komin til at fara undir sølu eisini. Á lyftmessuni í Odense varð sáttmáli undirskrivaður um at Lyfta gerst umboð fyri JLG í Føroyum. Hetta merkir at vælumtóktu lyfturnar nú kunnu keypast – og ikki minst serviserast – hjá Lyfta á Hjalla. Við egnum verkstaði ber sostatt til at gera bæði viðlíkahald og garantiumvælingar av JLG-lyftunum.

- Hví ikki víðka og breiðka góða samstarvið sum longu er? Lyfta er rætti samstarvsfelagin í Føroyum, og tí eru vit sera fegin um at hava undirskrivað eina formliga samstarvsavtalu við Lyfta, sigur Morten Lissner, stjóri í Lissner í Danmark, sum er alment umboð fyri JLG í Danmark og Íslandi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder