Uttanlands

Biden til Týsklands

Vitjanin fer at snúgva seg um stuðul til Ukraina

Amerikanski forsetin, Joe Biden flýgur til Týsklands í dag (Mynd: EPA)

Amerikanski forsetin, Joe Biden flýgur til Týsklands í dag (Mynd: EPA)

2024-10-17 12:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanski forsetin, Joe Biden fer í dag til Týsklands.

Talan er um eina vitjan, sum hann mátti útseta fyrr í hesum mánaðinum orsakað av tveimum ódnini Milton.

Sambært Ritzau verður ikki upplýst, nær Biden væntast at lenda í Týsklandi, ella hvussu leingi hann fer at vera har. Sambært Hvítu húsunum fer vitjanin í hvøuðsheitum at snúgva seg um stuðul til Ukraina í krígnum móti Russlandi.

Upprunaliga skuldi Biden havt luttikið á fundi í Týsklandi fyrr í hesum mánaðinum saman við øðrum londum, sum stuðla Ukraina. Um slíkur fundur verður hildin undir hesu vitjan er ógreitt.

Biden skuldi eisini til Angola fyrr í hesum mánaðinum, men hendan vitjanin mátti eisini útsetast. Eftir ætlan vitjar Biden í Angola í desember.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder