Læknar í belgiska býnum Liège eru nú bidnir um at halda fram við at arbeiða, hóast tey eru smittað við koronavirus.
Tað skrivar BBC.
Umleið ein fjórðingur av heilsustarvsfólkunum í býnum eru sum skilst testað positiv fyri koronavirus.
Tíggju sjúkrahús hava biðið starvsfólkini, sum eru testað positiv, men ikki hava sjúkueyðkenni, um at halda fram við arbeiðinum.
Leiðarin fyri belgiska fakfelagið fyri heilsustarvsfólk, Philippe Devos, sigur við BBC, at tey ikki hava nakað val, um heilsuverkið framvegis skal virka.
Heimsheilsustovnurin WHO boðar nú eisini frá, at miðdepulin fyri koronasmittuna nú liggur í Evropa.
- Evropa er nú episentrum fyri smittuna, segði Mike Ryan, ein av ovastu embætisfólkunum í WHO í einum tíðindaskrivi í gjárkvøldið.
WHO heldur, at londini í Evropa, skulu skunda undir ferðina í stríðnum móti virusinum, skrivar Ritzau.
Fleiri lond í Evropa boða nú dagliga frá methøvum tølum av nýggjum smittaðum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald