Vísandi til Halgidagslógina § 1 og Umhvørvisverndarlógina § 1, heitir Felagið Heimafriður nú á avvarðandi kommunur um at tryggja borgararum sínum heimafrið á jólum.
Í brævi til Tórshavnar-, Klaksvíkar-, Runavíkar-, Fuglafjarðar- og Tvøroyar kommunu, heitir nýtstovnaða felagið Heimafriður á kommunurnar um at tryggja borgararum sínum jólafrið.
Sum vanligt móti jólum eru skip á veg í havn í Føroyum. Felagið er vitandi um, at fleiri skip, sum larma illa og sum áður hevur verið klagað um, eru á veg inn í føroyskar havnir.
Hetta merkir, at nógv fólk ikki fáa heimafrið á jólum. Summi eru so sperd av ganginum, at tey noyðast at flýggja úr egnum heimi, so leingi skipini liggja inni.
Felagið heitir staðiliga á kommunurnar sum varða av havnum, har larmandi skip liggja, um at finna loysnir, sum tryggja borgaranum frið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald