Innanlands

Bilførari tikin fyri at koyra ávirkaður

Seinnapartin í gjár tók løgreglan ein bilførara í høvuðsstaðnum fyri rúsdrekkakoyring

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-06-12 11:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinnapartin í gjár tók løgreglan ein bilførara fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka.

Hetta hendi um 16-tíðina í høvuðsstaðnum.

Blóðroynd er tikin av føraranum, og bíðað verður nú eftir úrslitinum, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Lagt verður afturat, at vikuskiftið annars hevur verið stak friðarligt. Countryfestivalur hevur verið í Sørvági, men tað hevur gingið friðarliga fyri seg, sigur vaktleiðarin.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder