placeholder
Innanlands

Bilførari missir koyrikortið

Víkiskylduóhapp í Havn í gjárkvøldið

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2019-02-27 07:25 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein bilførari, sum koyrdi út á Marknagilsvegin í Havn uttan at halda sína víkiskyldu, missir nú koyrikortið í eina tíð.

Tilburðurin hendi um 19-tíðina í gjárkvøldið, tá tveir bilar stoyttu saman á Marknagilsvegnum.

Bilurin, sum hevði víkiskyldu, var orsøkin til samanstoytin, og í slíkum førum er talan um, at rætturin at koyra bilverður tikin frá bilføraranum, upplýsir vakthavandi á politistøðini. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder