Innanlands

Bilførari skuldsettur fyri fleiri lógarbrot

Ein bilførari varð steðgaður í høvuðsstaðarøkinum í nátt

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-03-30 08:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um klokkan tvey í nátt steðgaði løgreglan einum bili í høvuðsstaðarøkinum, og tað endaði við, at førarin bleiv skuldsettur fyri fleiri lógarbrot, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Fyrst vildi hann ikki siga løgregluni, hvør hann var, sum hann hevur skyldu til, tá løgreglan spyr.

Tá løgreglan so kannaði hann nærri, varð hassjmix funnið uppiá føraranum, og tá løgreglan fann útav, hvør hann var, vísti tað seg, at hann hevði einki koyrikort, so tí er hann skuldsettur fyri at koyra uttan førararætt.

Harumframt er bilførarin eisini skuldsettur fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder