2018-07-08 09:49
Vakthavandi á løgreglustøðini sigur í morgun, at náttin hevur verið sera friðarlig sum heild.
Løgreglan var tó úti í nátt og gjørdi kanningar.
Ein bilførari varð steðgaður í Søldarfirði, tí løgreglan hevði mistanka um rúsdrekkakoyring.
Bilførarin blásti, og mistankin vísti seg at passa. Hann varð tí koyrdur til Klaksvíkar at taka blóðroyndir og verður skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald