Innanlands

Bilførarin fluttur á sjúkrahús

Av ókendum orsøkin koyrdi bilurin yvir um vegabreytina

2019-06-21 17:00 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein tilkomin maður varð seinnapartin koyrdur á sjúkrahús eftir eitt sokallað solo-óhapp á landsvegnum sunnan fyri Hósvík seinnapartin.

Óhappið hendi um hálvgum trýtíðina, tá bilurin av ókendum orsøkum koyrdi yvir á vinstru koyribreyt og víðari niðan av vegnum.

- Okkurt er hent, men vit vita ikki hvat. Vit hava ikki havt høvi at tosa við bilføraran enn, sigur vaktleiðarin á politistøðini í dag.

Tað tók nakað av tíð til maðurin varð fingin út úr bilinum. Hann liggur nú á Landssjúkrahúsinum til kanningar.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder