Innanlands

Bíligari gerandisdag: Eplir, grønmeti og blæur verða bíligari

Samgongutinglimir vóru einsamallir um at atkvøða fyri uppskotinumum broyting í mvg-lógini í morgun

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2025-12-09 11:34 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað verður bíligari at fylla innkeypskurvina við eplum, grønmeti og barnablæum eftir ársskiftið. Løgtingið hevur júst samtykt uppskotið frá landsstýrinum um at taka meirvirðisgjaldið av hesum vørum.

Fyri barnafamiljur ger hetta stóran mun. Ein vanlig barnafamilja við tveimum blæubørnum kann lættliga spara einar 3.000 krónur um árið, nú mvg’ið er tikið av eplum, grønmeti og blæum.

Hetta er enn eitt stig á leiðini at gera gerandisdagin lættari hjá vanligum fólki, sum kenna sviðan av hækkandi prísum seinastu árini. At taka mvg’ið av gerandisvørum kemur aftrat øðrum stigum, sum vit hava tikið, so fólk fáa fleiri tøkar pengar at keypa fyri, skrivar Javnaðarflokkurn í tíðindaskrivi.

Flokkurin nevnir, at skattalætti er veittur og lønarlyft er givið. Lønarhækkingarnar hava verið stórar og eisini er útgjaldið í barsilsskipanini hækkað. Og nú í heyst hevur løgtingið eisini samtykt, at hækka barnafrádráttin og at hækka lestrarstuðulin við 1.000 krónum komandi skúlaár.

Við triðju viðgerð fyrrapartin varð uppskotið um broyting í lógini um meirvirðisgjald samtykt við 16 atkvøðum fyri og 13 ímóti. Eins og við aðru viðgerð atkvøddu allir andstøðulimir í tingsalinum í móti, meðan samgongan atkvøddi fyri. 

Saman við uppskotinum um at frítaka epli, grønleti og barnablæur fyri mvg var eisini ein onnur broyting í lógini um meirvirðisgjald. Tað er at leigubilar, sum eru innfluttir eftir 1. januar komandi, verða javnstillaðir við aðrar brúktar bilar, tá teir verða seldir, og harvið ikki verða frítiknir fyri meirvirðisgjald.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder