7,7 milliónir ferðir gamlaárskvøld, 31. desember 2024.
Hetta var, tá samanum kom, nóg mikið hjá Billie Eilish at yvirhála landskvinnuna Sabrina Carpenter í kappingini um mest spæla sang á Spotify fyri árið.
Tá sonevndu "Wrapped-listarnir" hjá heimsins størstu síðu/app innan tónleikastroyming komu út 4. desember, lá "Espresso" annars ovast á Spotify.
Tað gjørdi fangandi sangurin hjá Carpenter eisini, tá ársins seinasti dagur byrjaði. Men tað at "Birds Of A Feather" varð spældur nærum tvær milliónir ferðir fleiri enn "Espresso" 31. desember gjørdi munin.
Sabrina Capenter framførdi á Times Square í New York gamlaárskvøld (Mynd: EPA)
Espresso - Birds of a Feather hoyrist ovast
Munurin var annars ikki stórur: Sangirnir hjá amerikonsku songkvinnunum komu báðir uppum 1,7 milliardir. Samanlagt varð sangurin hjá Eilish 647.177 spældur ferðir fleiri á Spotify.
Birds Of A Feather var annars ein sangur, sum Billie Eilish og fólk hennara ikki vóru heilt nøgd við í fyrstu syftu. 23-ára gamla stjørnan hevur avdúkað, at hon væntaði, at hetta kundi gerast "floppið" á útgávuni. Sangurin kom út nakað seinni á árinum enn Spotify, sum var at hoyra so at siga allastaðni síðsta summar.
Norska VG skrivar, at sambært samskiftisfólki hjá Spotify er ikki ætlanin at broyta, nær "Wrapped" verður kunngjørt.
Í Noreg fegnast tey annars um, at bæði Sabrina Carpenter (30. mars) og Billie Eilish (26. apríl) vitja í 2025. Báðar framføra í Unity Arena í Bærum. Talan er um stóra høll nærhendis Oslo - har føroyska manslandsliðið í hondbólti møguliga skal spæla EM-dystir um eitt ár.
Um júst ein mánaða eru Birds Of A Feather og Espresso aftur í beinleiðis kapping. Tá verða Grammy-virðislønirnar latnar. Báðir sangirnir eru tilnevndir í fleiri bólkum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald