19 ára gamla amerikanska sangkvinnan, Billie Eilish hevur sett nýtt Instagrem met. Hvussu? Við at lita sær hárið.
Mikudagin deildi hon eina selfie-mynd, har tað sást, at hon hevði litað eyðkenda svarta og grøna hárið heilt ljóst. Í myndatekstinum skrivaði hon “pinch me (fø: klíp meg)”.
Og hendan myndin setti met, tí innan seks minuttir høvdu ein mió. longu dámt hana. Ongantíð áður hevur ein mynd fingið eina mió. “Likes” uppá so stutta tíð, skrivar B.T.
(Mynd: Billie Eilish/Instagram)
Sostatt hevur Billie Eilish sligið næstan trý ára gamla metið hjá Selena Gomez, sjónleikara og sangkvinnu. Tá Selena Gomez fylti 26 ár í juli 2018 legði hon eina mynd av sær sjálvari út á Instagram, og myndin var bert 13 minuttir um at fáa eina mió.
Billie Eilish gjørdist kend, tá hon í 2015 deildi sangin “Ocean Eyes” á SoundCloud, og í dag er hon ein av heimsins størstu poppstjørnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald