2019-06-18 08:23
Í samband við at Billy Joel fylti 70 ár 9.mai verður heiðurskonsert í Spaniastovu leygarkvøldið 22. juni.
Lagt verður tí upp til eina serliga Billy Joel-heiðurskonsert og frásøgu, har fleiri av hansara allarbestu og -kendastu løgum verða spæld og tulkaði av viðurkendum føroyskum tónleikarum og sangarum.
Á skránni verða sangir sum My life, Piano Man, And so it goes o.fl.
Tey, íð fara at tulka eru : Karl Martin Samuelsen - Daisy Johannesen Lolk - Hans Andrias Jacobsen - Ingibjørg Hansen - Rani Nolsøe
Húsaorkestri er mannað við royndum tónleikarunum: Páll Sólstein, klaver, Jógvan Fróði Baldsvinsson, bas, Jens Pauli Joensen, trummir, og Rani Nolsøe, gitar.
- Spaniastova
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald