Innanlands

Bilur fór á glið í Streymoynni

Hálkan var orsøkin til eitt ferðsluóhapp seinnapartin í gjár

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

2019-12-26 11:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um klokkan trý seinnapartin í gjár var eitt ferðsluóhapp í Streymoynni.

Talan var um ein bil, sum var farin á glið í hálkuni á vegnum við Sornfelli.

Sambært vakthavandi á politistøðini í Havn, endaði bilurin við at liggja soleiðis, at aðrir bilar ikki sluppu framvið, og neyðugt var at senda boð eftir Tórshavnar kommunu at salta vegin.

Vakthavandi leggur afturat, at eingin fekk nakran skaða.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder