2019-03-15 10:00
Hált hevur verið summastaðni bæði í nátt og í morgun, og í hesum sambandi fekk løgreglan eisini boð um, at eitt ferðsluóhapp hevði verið.
Talan var um ein bil, sum var farin útav vegnum Millum Fjarða.
Hetta hevði sum so einki uppá seg, sigur løgreglan. Har var eingin skaði.
Annars sigur løgreglan, at tað hevur verið serstakliga friðarligt seinasta samdøgrið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald