Innanlands

Bilur fór útav við lítlu brúnna í Skálafirði

Bilurin gjørdist vrak, men tíbetur fekk bilførarin í soloóhappinum ongan veruligan skaða

2025-05-21 08:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár boðaði Landsverk frá, at arbeitt varð gjørt á lítlu brúnni um ánna í Skálafirði.

Hetta er á vegnum millum Effo-støðina í Skálafirði og sjálva bygdina, og har var stongt fyri ferðslu eina løtu. Ferðslan verður leidd ígjøgnum umleið tvær ferð um tíman.

Tað var í gjáramorgunin, at eitt ferðsluóhapp hendi á staðnum. 

Talan var um eitt sonevnt soloóhapp. Bilførarin var einsamallur í bilinum, og eingin annar bilur ella nakað annað fólk var íblandað.

Hetta var ein óróyndur bilførari, sum var heldur óansin í hesi støðuni. Hann misti tamarhaldið á bilinum og fór niðurav. 

Hóast tað eru verri støð at koyra útav, so er rímiliga høgt útav har við brúnna. Tíbetur fekk bilførarin ongan skaða, tá hann fór útav vegjaðaranum.

Løgreglan upplýsir, at sjálvur bilurin fekk skaða - so stóran skaða at hann gjørdist vrak.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder