Innanlands

Bilur koyrdi á ær í nátt

Løgreglan hevur havt eina friðarliga nátt

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-03-27 08:54 Author image
Ari av Rana
placeholder

Løgreglan hevur havt eina friðarliga nátt, men tað er sjáldan at einki er áfatt.

Í nátt var ein bilførari óheppin, tá hann koyrdi á eina ær. Tað var klokkan hálvgum fimm í nátt, at ein ær leyp út fyri bilin, tá bilførarin nærkaðist rundkoyringini við Norðskála.

Bilurin fekk ikki meiri skaða enn so, at bilførarin fekk koyrt víðari, men ærin doyði.

Bóndin fekk boð um óhappið í morgun. Løgreglan minnir enn einaferð á, at týdningarmikið er, at bilførarar boða frá, tá teir koyra á seyð. Verður sagt frá kann tryggingin taka við, og bóndin fær endurgjald fyri yvirkoyrda seyðin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder