Uttanlands

Bilur koyrdi inn í mannamúgvu í Mannheim

Minst ein persónur er deyður og fleiri eru særd

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2025-03-03 14:54 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein bilur koyrdi í dag inn í eina mannamúgvu í suðurtýska býnum Mannheim.

Minst ein persónur lá eftirá, og fleiri fingu álvarsligar skaðar. Tað váttar týska løgreglan fyri Reuters.

Løgreglan kundi fyrr í dag ikki siga meira um talið, ella støðuna hjá teimum særdu, varð sagt í eini fráboðan.

Sambært løgregluni er gerningsmaðurin handtikin. Óvist var, um fleiri vóru innblandsð.

Løgreglan heitti á íbúgvarnar í Mannheim um at halda seg burtur frá miðbýnum, tí eitt stórt løgregluátak var í býnum til tess at fáa fulla greiðu á støðuna.

Myndugleikarnir í týska statinum, Baden-Württemberg, ávaraðu um eina “lívshóttandi støðu”.

Sambært miðlinum Mannheimer Morgen hevur tað verið føstulávintsmarknaður í økinum síðan hósdagin, har umleið 60 matíbúðir, spælitjøld og ymisk onnur tilboð til stuttleika vóru stillað upp.

Umleið 300.000 fólk búgva í Mannheim. 

[object Object](Mynd: EPA)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder