Innanlands

Bilur koyrdi útav og seyður gekk inn í garðin hjá fólki

Løgreglan hevði nokk at takast við í gjár

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2019-03-25 09:46 Author image
Ari av Rana
placeholder

Klokkan 8 gjáramorgun fekk løgreglan fráboðan um at ein bilur var farin av vegnum á Streymoynni.

Bilurin var farin útav vegnum millum Hósvík og Hvalvík. Orsøkin var krapa á vegnum. Eingin fólkaskaði stóðst av óhappinum, bert eitt sindur av materiellum skaða.

Løgreglan sendi eisini boð eftir aktingarmanninum í Tvøroyrar kommunu at taka sær av leysum seyði, sum gekk inn í garðin hjá fólki í Trongisvági.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder