Innanlands

Bilur koyrdi útav vegnum

Ein maður varð koyrdur á sjúkrahúsið til kanningar

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2019-02-10 09:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í nátt hevur verið stak friðarligt, sigur løgreglan. Tað einasta málið, sum hevur verið í nátt var eitt ferðsluóhapp norðanfyri.

Tað var klokkan 3 í nátt, at ein bilur koyrdi útav vegnum nær við Árnafjarðartunnilin.

Ein maður var í bilinum, og hann varð koyrdur á sjúkrahúsið til kanningar.

Tað ber ikki til at siga, um maðurin hevði fingið nakran álvarsligan skaða, men hann segði seg hava ilt í beininum, sigur vakthavandi á politistøðini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder