Innanlands

Bilur stolin í Havn

Løgreglan biður fólk seta seg í samband við tey, um tey halda seg hava sæð bilin

Mynd: Wikipedia

Mynd: Wikipedia

2019-01-27 09:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Beint fyri klokkan 22 í gjárkvøldið varð ein bilur stolin í Havn.

Talan er um ein hvítan Citroen C1 við nummarplátuni SJ875. Eigarin hevði sett hann uttanfyri eitt matstað í Havn, og tá hann skuldi í bilin aftur, var hann horvin.

Løgreglan sigur, at bilurin ikki er funnin enn, og tí heita tey á fólk um at seta seg í samband við tey, um tey halda seg hava sæð bilin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder