Innanlands

Bilur stolin í Havn av ávirkaðum bilførara

Maðurin ið stjól bilin, rendi tveir tímar seinni á ein annan bil og varð handtikin. Ein annar bilførari í høvuðsstaðnum varð eisini handtikin fyri at koyra ávirkaður

2019-05-11 09:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Náttin hevur verið friðarlig kring landið, men í Havn hevur løgreglan handtikið tveir bilførarar, ið vóru ávirkaðir av rúsdrekka. Tann eini maðurin stjól ein bil og rendi á ein annan. 

Klokkan 02.00 fekk vakthavandi fráboðan um, at ein maður gekk runt og tók í hurðar á bilum, til hann fann ein, ið var opin, setti seg inn í hann og koyrdi avstað. Tað var týðiligt, at tjóvurin var ávirkaður.

Áleið klokkan 04.00 ringir ein annar persónur, av tí at hann hoyrdi eitt hart ljóð í túninum. Tað vísti seg, at hansara bilur var árendur. Tað var talan um mannin, sum løgreglan hevði fingið fráboðan um tveir tímar frammanundan. Hann varð handtikin fyri at stjala og fyri rúsdrekkakoyring, og hann verður avhoyrdur nú fyrrapartin, tá rúsurin er farin av. Handtikni fekk ikki skaða sjálvur; talan var um materiellar skaðar á bilarnar.

Ímillum hesar hendingarnar steðgaði løgreglan bili, ið koyrdi ófantaliga. Hetta var um trý-tíðina í Havn. Hesin bilførarin var eisini ávirkaður. Løgreglan handtók bilføraran og bíðar nú eftir blóðroyndini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder