2024-09-23 08:25
Løgreglan eftirlýsti í gjár ein persónbil, sum varð stolin í Klaksvík.
Málið varð meldað til løgregluna klokkan hálvgum trý seinnapartin. Bilurin hvarv frá Við Sandin í Klaksvík, og beint aftaná klokkan níggju í gjárkvøldið varð bilurin funnin aftur á einum øðrum staði í býnum.
Bilurin hevði ongan skaða fingið, og lyklarnir vóru í bilinum. Hvussu tjóvurin hevur fingið fatur á teimum er ógreitt.
Eingin er skuldsettur í málinum, og tað verður kannað nærri, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald