2025-12-22 08:42
Sunnumorgunin varð ringt til løgregluna at boða frá, at ein bilur varð stolin úr miðbýnum í Havn sunnunáttina.
Stutt eftir hetta var bilurin tó funnin aftur í vesturbýnum.
Eigarin fekk bilin aftur, men hann fekk eisini eina bót, tí hann hevði latið lykilin vera eftir í bilinum, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald