2019-03-20 07:01
Ein bilur koyrdi av vegnum norðan fyri Kollafjørð um seks tíðina í morgun. Helst hevur tað víst seg, at bilurin er komin ov langt út í vegjaðaran, og førarin hevur síðan mist tamarhaldið á bilinum, sum rendi niðan av vegnum, upplýsir vaktleiðarin á politistøðini.
Ein løgreglumaður, sum eisini var á veg til arbeiðis um sama mundið, kom fram við óhappsstaðið, og tók sær av málinum.
Bilførarin tyktist ikki at hava fingið álvarsligan skaða, men av trygdarávum var sjúkrabilur sendur á staðið.
Boð eru eisini send eftir kranabili, sum kann taka sær av bilinum. Óhappið hevur ikki havt ávirkan á ferðsluna í morgun, upplýsir vaktleiðarin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald