Innanlands

Bilurin endaði á takinum

Í gjárkvøldið var eitt ferðsluóhapp í Søldarfirði – Tvey fólk vórðu flutt á Landssjúkrahúsið, men staðfest varð, at tey ikki høvdu fingið stóran skaða

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-07-14 08:03 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjárkvøldið klokkan 18.20 varð boðað frá einum ferðsluóhappi í Søldarfirði, har ein bilur endaði á takinum.

Tíbetur var lítil fólkaskaði, hóast bilurin fekk álvarsligan skaða, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Tvey fólk vóru í bilinum, og tey vórðu send á Landssjúkrahúsið til kanningar, og tað vísti seg, at tey høvdu bara fingið nakrar snuddir.

Tað er ikki heilt greitt, hví óhappið hendi, men tað verður kannað nærri. Bilurin endaði onkursvegna í mótkoyrandi vegbreytini, rakti ein grótgarð, fór tvørturum eina innkoyring og rakti síðani ein annan grótgarð.

Førarin var edrúur, og hann sá heldur ikki út til at hava koyrt ov skjótt, leggur vaktleiðarin afturat.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder