2019-01-27 14:46
Tað var beint fyri klokkan 22 í gjárkvøldið, at ein hvítur Citroen-bilur varð stolin uttanfyri eitt matstað í Havn.
Men nú er bilurin funnin aftur, sigur løgreglan.
Bilurin varð funnin úti við Bilrøkt við lykli í, og einki spor var eftir biltjóvunum. Tað sá heldur ikki út til, at bilurin hevði fingið nakran skaða.
Málið verður nú kannað nærri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald