2022-04-28 08:35
Bindifestivalurin, sum seinastu árini – tá hann ikki hevur verið órógvaður av korona – plagar at vera í Fuglafirði, verður í dag og í morgin hildin á Hellunum.
Tað er bert eitt hálvt ár síðani, at Bindifestivalurin varð hildin í Fuglafirði. Fyri at fáa festivalin aftur í vanligu leguna, varð avgjørt at halda hann aftur nú, men hesaferð á Hellunum og harvið eisini í einum avmarkaðum formati.
Bønhúsið í lítlu bygdini er miðdepul fyri festivalin, har kunning, felagssangur, kafé og matstova er. Verkstovur og fyrilestrar verða hildnir í húsum runt um í bygdini og eisini eru gongutúrar á skránni.
Meira sæst á heimasíðuni bindifestival.com
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald