Seinastu fýra árini hevur bindifestivalurin í Fuglafirði arbeitt fyri at heiðra og varðveita okkara ríku bindimentan. Soleiðis verður aftur í ár og fyrst í hesi vikuni kunngjørdi bindifestivalurin tær 43 verkstovurnar, ið møguleiki er at vitja. Evnini í ár eru fjøllbroytt og undirvísararnir eru úr nærum øllum norðanlondum. Millum annað ber til at læra dupultbinding við Lindu á Marknagili Debes, marjunarbinding við Elspu Petersen og at gera ”islandsk lopapeysa” saman við kenda íslendska undirvísaranum Hafdís Bjarnadóttir.
Les meira um verkstovurnar her:
www.bindifestival.com/verkstovur
Aftur at verkstovunum rúmar bindifestivalurin eisini ymiskar fyrilestrar, framsýningar, gongutúrar og bindikaféir, sum taka støði í bindimentanini. Sum nakað serstakt í ár verður eisini skipað fyri einum dinnerteatur kvøldi, har matarskrá við trimum rættum verður borðreidd frá Gutta Winther og sjónleikur frá Grugg teatur verður framførdur.
Bindifestivalurin er í tíðarskeiðinum 11.-13. apríl.
- Bindifestivalurin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald