Í fjør var Bindifestivalurin, sum skuldi vera í Fuglafirði í døgunum 23. – 25. apríl 2020, útsettur eitt ár orsakað av koronastøðuni. Í dag boða fyireikarnir so frá, at festivalurin er fluttur enn einaferð.
– Sum støðan er í løtuni, er tað ivasamt, um Bindifestivalurin kann gjøgnumførast. Tí hava vit tikið avgerð um at binda um heilan fingur, fyri at øll, ið eru partar av festivalskránni eins og luttakarar, skulu kenna seg trygg, og tí hava vit valt at flyta Bindifestivalin.
Nýggja dagfestingin er 28. – 30. oktober 2021.
Boðað verður frá, at atgongumerkini, sum longu eru keypt til festivalin, av sær sjálvum verða flutt til oktober 2021. Arbeitt verður eisini fram ímóti, at skráin fyri 2021 eisini fevnir um skránna, sum skuldi vera í fjør.
Um mann ynskir at fáa peningin aftur fyri keypta atgongd, skal mann seta seg í samband við fyrireikararnar umvegis teldupost í seinasta lagi 1. august.
Meira kunning fæst á heimasíðuni hjá Bindifestivalinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald