Innanlands

Bingja koppaði av viðfestivogni oman fyri Syðrugøtu

Framvegis nógvur vindur - nú serliga í Gøtu

(Mynd: Anna Maria Zimakoff)

(Mynd: Anna Maria Zimakoff)

2019-01-07 16:20 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Vindurin er framvegis nógvur frá lágtrýstinum, sum fór framvið Føroyum í dag. Í løtuni er serliga nógvur vindur í Syðrugøtu.

Ein treylari var um at missa eina byngju av bilinum um fýra tíðina. Men bingjan losnaði ikki, men liggur nú oman móti bilverjuni.

Fleiri fráboðanir komu úr bæði Syðrugøtu og Norðagøtu um tilfar, sum stóð at ríva av bygningum í nógva vindinum, upplýsir vakthavandi á politistøðini.

Fyrr í dag koppaði ein bussur oman fyri Miðnámsskúlan í Hovi. Men har var ongin fólkaskaði. Les: Ein hvirla tók bussin av vegnum 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder