2019-06-27 11:32
Í vár útskrivaði Vestmanna Bygdarráð kapping at finna nýtt heiti til bingjuplássið.
Bygdarráðið ynskti at fáa eitt stutt navn, sum fellur væl og sum hóskar væl til virksemið á plássinum. Tað komu 4 uppskot inn um nýtt heiti.
Vestmanna Bygdarráð hevur valt, at nýggja heitið á bingjuplássinum verður:
Skilagátt
Heitið er stutt og fangandi, og lýsir væl virksemið á plássinum, skrivar Vestmanna kommuna
Tað er Joan Waag Høgnesen, sum átti vinnandi uppskotið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald