Innanlands

Birita og Borgný halda fram í nevndini

Bert tveir limir bjóðaðu seg hesaferð fram til nevndarsessirnar sum stóðu fyri vali í Starvsfelagnum

Birita Fritleifsdóttir Kjærbæk og Borgný Mohr (Mynd: Starvsfelagið)

Birita Fritleifsdóttir Kjærbæk og Borgný Mohr (Mynd: Starvsfelagið)

2023-02-02 18:44 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tá freistin at stilla upp til nevndarvalið í Starvsfelagnum var farin 1. februar, var greitt, at tað bert eru tveir limir, ið bjóða seg fram til teir tveir nevndarsessirnar, sum stóðu fyri vali.

Birita Fritleifsdóttir Kjærbæk og Borgný Mohr stóðu fyri vali, og báðar hava boðað felagnum frá, at tær ynskja at halda fram í einum nýggjum trý ára valskeiði.

Nú tað er greitt, at tað bert eru tvey valevni, verður ikki skipað fyri undanvali áðrenn aðalfundin. Birita og Borgný eru tí afturvaldar uttan mótvalevni. Sostatt er greitt, at nevndarsamansetingin verður óbroytt eftir aðalfundin.

Aðalfundur felagsins verður í Smæruni leygardagin 4. mars. Tiltakslimir til nevndina verða valdir á aðalfundinum.

Nevndin skipar seg á fyrsta nevndarfundi eftir aðalfundin, sum verður 16. mars.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder