Uttanlands

Bitcoin setur met eftir met

Ein bitcoin hevur í morgun kostað omanfyri 118.000 dollarar

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2025-07-11 09:49 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Prísurin á einari bitcoin hevur í morgun verið omanfyri 118.000 amerikanskar dollarar - ella umleið 753.000 danskar krónur. Hetta er met fyri kryptogjaldoyra.

Vøksturin kemur frá øktum eftirspurningi frá íleggjarum og eisni kryptovinarligur poltikkur frá Trump-umsitingini, skrivar Reuters tíðindastovan.

Donald Trump, amerikanskur forseti, skrivaði í mars undir eina fyriskipan at seta á stovn eina neyðgoymslu av kryptogjaldoyra.

Prísurin á bitcoin hevur ligið um 100.000 dollarar seinasta mánaðin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder