2024-08-16 08:01
Í tveimum førum var í gjár neyðugt at bjarga fólkum úr fjøllunum.
Eftir døgurða vóru boð um, at eitt fólk til gongu í einum ferðalagi millum Trøllanes og vitan á Kallinum var gliðin og fingið skaða í beinið.
Tyrlan var eftir fólkinum og flutti tað á Landssjúkrahúsið.
Um 16 tíðina varð ringt úr Tjørnuvík, har ein kvinna var dottin í haganum. Umleið 200 metrar úr bygdini. Hon hevði brotið beinið, men neyðugt var ikki við tyrlu. Kvinnan varð borðin oman í bygdina og koyrt á Landssjúkrahúsið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald