Í einar tveir tímar seinnapart mikudagin sat ein 58-ára gamal maður einsasamallur í einum lítlum gummibáti.
Hetta var eftir at bátur hansara seinnapartin í gjár sakk tætt við Borðuna.
Maðurin, sum er vanur at rógva út, var einsamallur á floti. Báturin sakk, tá ein íða tók seg upp. Har ímillum var eitt ógvusligt brot, sum fylti bátin.
- Eg hugsaði bara, at her er frægast at fáa blást gummibátin upp, tí báturin fór at søkka, fortelur maðurin fyri FM1 og Portalinum í dag.
- Eg slapp mær í gummibátin, og so mátti bátur vera bátur.
Hann hevur tað gott í dag og sigur, at báðir tímarnir í gummibátinum áðrenn hann var tikin upp av Smyrli ikki kendist so langir: Hann hevði nóg mikið at taskast við.
- Sjálvur eri eg sloppin væl og havi fingið tilboð um sálarhjáp. Fysiskt havi eg bert eitt sindur ilt undir síðuni, mem tað fer at javna seg, sigur 58 ára gamli maðurin.
Báturin, sum sakk, var einar tríggjar fjórðingar í ein útsynning úr Borðuni. Talan var um ein lítlan seksæringur.
Maðurin varð fingin umborð á Smyril.
Sí eisini: Smyril bjargaði manni í havsneyð
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald