Innanlands

Bjargingarfeløg hava venjing í Hesti

THOR Rescue 2019 er eitt stórt bjarginarátak, har bátar og fjallabjargar ymsastaðni frá luttaka

Tilvildarlig mynd

Tilvildarlig mynd

2019-06-01 11:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Kl. 10:25 fór stóra venjingin “THOR Rescue 2019” av bakkastokki. 

Talan er um eitt bjarginarátak, har støðan er, at trý ferðafólk eru burturblivin í Hesti og leiting er sett í verk. Samstundis vísur tað seg, at fólk eru dottin niður í eina gjógv, har fjallabjargarar eru tilkallaðir. Á sjónum er eldur í einum báti, bátar eru farnir at leka og leiting er eisini sett í verk.

Hetta ein liður í, at tann sjálvbodna bjargingarrøðrslan í Føroyum skal venja saman saman. Venjingin er eitt samstarv millum Havnar Bjargingarfelag, Nólsoyar Bjargingarfelag og Vága Bjargingarfelag.

Bátarnir, sum eru við eru. Rescue Sverri, Rescue Lív, Tanum, Rescue Brá, Rescue Vár (ís) og Rescue Sara
Fjallabjargarar eru úr HBF, men eisini úr Íslandi: FSSR Reykjavík og HSSK Kópavogur.

Fyrireikararnir boða frá, at føroysku bjargingarfeløg hava gott og tætt samstarv við íslensku feløgini og føroysku fjallabjargararnir hava sína útbúgving úr Íslandi, sum er á hægsta altjóða støði.

Umboð fyri Norsk Folkehjælp og eygleiðir venjingina, ið er liðug klokkan 17.00.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder