Innanlands

Bjarni er nýggjur maður á tingi

Bjarni Kárason Petersen tekur sæti á tingi, nú Hanna Jensen fer í landsstýrið

Bjarni Kárason Petersen (Mynd: Jens Kr. Vang)

Bjarni Kárason Petersen (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-02-14 12:59 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í dag var greitt, at Mentamálaráðið verður býtt millum nýggju landsstýriskvinnuna Honnu Jensen og landsstýrismannin í fiskimálum, Høgna Hoydal.

Nú Hanna Jensen fær ábyrgdina av skúlamálum, kemur næsta fólk á listanum hjá Framsókn á ting. Tað er Bjarni Kárason Petersen, sum til løgtingsvalið í 2015 fekk 135 atkvøður og gjørdist nummar fýra á listanum hjá Framsókn.

Nummar eitt á listanum, Poul Michelsen, er landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, og nú Hanna Jensen eisini gerst landsstýriskvinna, verður tað Bjarni Kárason Petersen, sum røkir eina sessin á tingi fram til næsta løgtingsval.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder