Innanlands

Bjarni fer sum tað fyrsta landsstýrisfólki nakrantíð í barnsburðarfarloyvi

Løgmaður tekur sær av málsøkinum lógarmál næstu átta vikurnar. - Fyrsta tíðin saman við barninum er serstøk. Vit pápar eiga eisini hesa tíðina, men duga kanska ikki so væl at raðfesta hana. Tað er ein tíð, ið mann ikki fær aftur, sigur Bjarni Kárason Petersen

Bjarni Kárason Petersen úr Framsókn undir samgongusamráðingunum. Hann gjørdist landsstýrismaður í lógarmálum, ið er nýtt aðalrað (Mynd: Sverri Egholm)

Bjarni Kárason Petersen úr Framsókn undir samgongusamráðingunum. Hann gjørdist landsstýrismaður í lógarmálum, ið er nýtt aðalrað (Mynd: Sverri Egholm)

2023-02-01 13:50 Author image
Agnar Prestá

Bjarni Kárason Petersen landsstýrismaður í lógarmálum, fer í barnsburðarfarloyvi frá 1. februar og 8 vikur fram, at vera heima hjá lítlu Bjartu, ið er 8 mánaðar gomul.

Hesum boðar Løgmansskrivstovan frá í skrivi fyri løtu síðani. Talan er um eina søguliga løtu, tí hetta er fyrstu fer í Føroyum, at ein landsstýrismaður ella landsstýriskvinna fer í barsilsfarloyvi, meðan tey sita í landsstýrinum.

- Fyrsta tíðin saman við barninum er serstøk. Vit pápar eiga eisini hesa tíðina, men duga kanska ikki so væl at raðfesta hana. Tað er ein tíð, ið mann ikki fær aftur, og er tískil dýrabar, og ta tíðina ynski eg at raðfesta, og njóta til fulnar. Eg vóni at fleiri pápar fara at síggja virði í at fara í barsil í framtíðini, óansæð um man er landsstýrismaður, handverkari ella lærari, sigur Bjarni Kárason Petersen, sum beint fyri jól gjørdist landsstýrismaður í lógarmálum.

Sambært lms.fo verður tað løgmaður, ið er útbúgvin advokatur, ið tekur sær av hansara málsøkjum. Aksel V. Johannesen skal harvið eisini røkja lógarmál fram til síðst í mars, tá Bjarni Kárason Petersen úr Framsókn kemur aftur úr barnsburðarfarloyvi.

[object Object]
Bjarni Kárason Petersen eigur Bjartu saman við unnustuni Barbaru Gaardlykke Apol. Her eru tey avmyndað undir valstríðnum til Fólkatingsvalið, tá tey stillaðu upp fyri hvør sín flokk


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald