Hósdagin verður arbeiðið at gera Hvalbartunnilin. Tað segði Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum í tinginum í kvøld.
Tað eru tríggir arbeiðstakarar sum eru undangóðkendir at geva tilboð uppá nýggja Hvalbiartunnilin.
Heðin Mortensen segði at verulig ferð verður sett á arbeiðið, tí 49 milliónir eru settar av til Hvalbiartunnilin næsta ár, og ætlanin er eisini at flyta upphæddirnar frá 2021 fram fyri at skunda undir.
Tí byrja vit eitt ár fyrr enn ætlað upp á tunlarnar Norður um Fjall, sigur Heðin Mortensen, sum væntar at koma við verklagslóg upp á tunlarnar Norður um Fjall í februar.
Løgtingið hevur í kvøld 2. viðgerð av fíggjarlógini fyri 2019.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald