Vestmanna kommuna bjóðar nú Kolastykkið og økið, har Turkihúsið stendur, út til íbúðarbygging, gistingarhús-bygging og/ella til handilsvirksemi. Hesum lýsir kommunan við á heimasíðuni.
Kommunan boðar frá, at tey, sum bjóða, skulu greitt lýsa verkætlanina við neyðugum tekningum, tíðarætlan og við lýsing av, hvat ætlanin er at brúka ein komandi bygning á økinum til.
Nakrar av fyritreytunum eru, at Turkihúsið skal takast niður skjótast gjørligt og í seinasta lagi, áðrenn hetta árið er av.
Innkomnu tilboðini verða viðgjørd av arbeiðsbólki, sum ger tilmæli til bygdarráðið. Endalig støða verður tikin til innkomnu tilboðini á bygdarráðsfundi 28. mai 2019. Bygdarráðið skilar sær rætt til at velja ímillum innkomnu tilboðini, ella onki tilboð at velja.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald