Bjørg Brynhildardóttir Egholm varð fyrst í mánaðinum sett fram sum nýggja unga stóra stjørnuskotið hjá Tjóðveldi.
Soleiðis varð eisini.
Hetta kann av sonnum staðfestast, nú Havnin er komin inn.
![]()
Við úrslitinum har, sum kemur inn hvørja løtu, verður Bjørg Brynhildardóttir greiður toppskjútti hjá Tjóðveldi.
Hetta við heili 971 atkvøðum. 971
Eitt ómetaliga flott úrslit hjá 20-ára gomlu kvinnuni, sum er spildurnýggj í politikki.
Hon tekur eisini metið hjá Beinir Johannesen, sum formaður Fólkafloksins setti í 2019, tá hann var 22 ár: Bjørt gerst yngsta valda tingfólki í søguni.
Beinir er ikki yngstur í søguni longur (Mynd: Jens Kr. Vang)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald