2019-03-21 17:41
Bjørg Jacobsen eitur nýggja næstforkvinnan í Starvsmannafelagnum. Hetta avgjørdi nevndin í felagnum, nú hon hevur havt sín fyrsta fund og hevur skipað seg eftir aðalfundin 9. mars.
38 ára gamla Bjørg Jacobsen er produktleiðari á Føroya Tele. Hon varð vald í nevndina í Starvsmannafelagnum fyri tveimum árum síðani, skrivar Starvsmannafelagið á heimasíðuni.
Tað er nevndin, sum ger av hvør ið skal vera næstformaðurin í felagnum, ella næstforkvinna, sum tað eitur í hesum føri.
Á aðalfundinum stóðu tveir nevndarsessir fyri vali. Noomi K. Rasmussen varð nývald og Hilmar Augustinussen varð afturvaldur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald