Innanlands

Bjørn á Heygum: Jógvan Skorheim avger ikki hvør er limur í Sjálvstýri

Sambært Bjørn á Heygum er Jógvan Skorheim blivin ov hástórur, um hann heldur seg kunna avgera hvør er limur og stillar upp fyri Sjálvstýri

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-03-21 17:20 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

- Hvar skulu limirnir í flokkinum koma frá, um teir ikki koma frá øðrum flokkum? 

Tað spyr Bjørn á Heygum, formaður í Suðurstreymoyar Sjálvstýrisfelagi, við Portalin. Hann sipar til stríðið, sum hevur verið í Sjálvstýri, tá Jógvan Skorheim fór í miðlarnar fyri at gera greitt, at Magni Laksáfoss ikki var vælkomin í flokkinum. Hetta hóast Magni Laksáfoss ikki hevur biðið um limaskap í flokkinum. 

Í gjár var grein við Rógva Fossadal á Portalinum, har Rógvi Fossadal legði rættiliga ógvusliga eftir Jógvani Skorheim. Bjørn á Heygum vil ikki siga nakað um persónligu ákærurnar, sum Rógvi Fossadal førir fram. Hann sigur eitt nú, at tað er ikki nakað grundarlag fyri at siga, at Sjálvstýri er stýrt av brøðrasamkomuni í Klaksvík. 

Men Bjørn á Heygum sigur, at tað øll faktuell viðurskifti í ákærunum frá Rógva Fossadal um, hvussu eitt nú samgongusamráðingarnar, eru røtt. Og Bjørn á Heygum ger greitt, at Jógvan Skorheim als ikki avger, hvør kann gerast limur í Sjálvstýri ella hvør stillar upp fyri flokkin. Tað avgera økisfeløgini. 

Les eisini: Magni er ein sambandsmaður  

- Tú kann ikki fara at útihýsa fólki at gerast limir í flokkinum, bara tí tey hava verið limir í øðrum flokkum áður, sigur Bjørn á Heygum, sum heldur hetta vera púra burturvið. 

Bjørn á Heygum hevur sjálvur áður verið tingmaður fyri Sambandsflokkin, tá varð valdur fyri flokkin í 1994. Ein annar, sum fyri kortum varð uppstilaður fyri Sjálvstýri var Sakarias Wang, sum hevur verið virkin limur í Tjóðveldisflokkinum áður. 

Og Bjørn á Heygum heldur avgjørt ikki, at flokkurin hevur ráð til at gera seg kostbaran, tí hann er so lítil. 

- Skal Jógvan Skorheim gera seg til harra yvir, hvør kann gerast limur í flokkinum? Tá er man eftir mínum tykki blivin í so hástórur. Tá er okkurt eftir øllum at døma stiga honum til høvdið, staðfestir Bjørn á Heygum, sum eisini staðfestir at landsnevndarfundurin gekk soleiðis fyri seg, sum Rógvi Fossadal sigur. 

- Tað var Jógvan Skorheim og politikkarar úr Klaksvík, sum vóru ímóti at Magni Laksafoss skuldi sleppa í flokkin og at flokkurin skuldi fara í samgongu, sigur hann. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder