Innanlands

Bjørn á Heygum: Eingi boð komin frá Magna Laksáfoss

Formaðurin í Suðurstreymoyar Sjálvstýrisfelag sigur, at onki meira samskifti hevur verið ímillum felagið og Magna Laksáfoss

Bjørn á Heygum er formaður í Suðurstreymoyar Sjálvstýrisfelag (Savnsmynd)

Bjørn á Heygum er formaður í Suðurstreymoyar Sjálvstýrisfelag (Savnsmynd)

2019-02-21 15:05 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

- Tað er onki dulsmál, at vit hava tosað við Magna Laksafoss, sigur Bjørn á Heygum, formaður í Suðurstreymoyar Sjálvstýrisfelagi. Hann sigur, at tað nú er upp til Magna Laksafoss at avgerða, um hann hevur hug at stilla upp fyri flokkin. Magni Laksáfoss segði sjálvur í gjár, at hann ikki hevði tikið nakra støðu til málið enn. 

Les eisini: Magni Laksáfoss ikki tikið støðu enn 

Bjørn á Heygum váttar, at tað er rætt, at Jógvan Skorheim ikki ynskir at fáa Magna Laksáfoss á listan, men hann staðfestir eisini, at tað ikki er upp til floksformannin í síðsta enda. 

- Valfeløgini gera eitt tilmæli, sum landsnevndin síðani skal góðtaka. So tað er ikki Jógvan Skorheim, sum einsamallur fer at avgerða, hvør stillar upp fyri flokkin, sigur Bjørn á Heygum at enda. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder