Innanlands

Bjørn á Heygum: Ov stórur munur á økisfeløgunum

Bjørn á Heygum sigur tað vera ein trupulleika, at so stórur hugssjónarligur munur er á økisfeløgunum hjá Sjálvstýri

Bjørn á Heygum hevur ikki avgjørt, um hann stillar upp á næsta løgtingsvali (Mynd:kvf.fo)

Bjørn á Heygum hevur ikki avgjørt, um hann stillar upp á næsta løgtingsvali (Mynd:kvf.fo)

2019-02-21 18:22 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

 - Tað er ein sannroynd at tað er stórur munur á hugsjóninum í Suðurstreymoyar- og Noðroyar Sjálvstýrisfelagi, sigur Bjørn á Heygum, formaður í Suðurstreymoyar Sjálvstýrisfelagi. Hann sigur, at man ikki kann siga, at talan er um nakað stríð, men at stórur munur er á. 

- Tað er ongin loyna, at linjan hjá Jógvan Skorheim er rættiliga konservativ, meðan flokkurin í Suðurstreymoy altíð hevur verið meira liberalur, greiðir Bjørn á Heygum frá. Hann sigur eisini, at flokkurin fer í søguna, um hann minkar meira til næsta val. 

- Flokkurin er so lítil, at tað sigur seg sjálvt, at hann ikki kann minka meira, tí so er ongin flokkur meira, staðfestir hann. 

Veit ikki um Bjørn á Heygum stillar upp 
- Tað er ógvuliga óvíst, um eg stilli upp, sigur Bjørn á Heygum, sum var valevni fyri flokkin á seinasta vali. 

Hann vil ikki siga nakað um, hvat tað er, sum ger at hann ikki hevur tikið støðu enn. Hann sigur bara, at ymiskar umstøður fara at avgerða, um hann stillar upp ella ikki. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder