Tina Mellemgaard varð tann síðsta, sum verturin Sofie Linde nevndi millum tey sum vóru beinleiðis víðari í X Factor í kvøld.
Men eins og í fyrsta liveshow av X Factor, í næstu síðstu viku, var Kári Fosdalsá ikki róptur upp og saman við bólkinum Lorenzo og Charlo var hann tí í vandabólkinum.
Í sonevnda "Save me" sanginum sang toftamaðurin lagið "I’m Not The Only One" hjá Sam Smith. Síðani var tað upp til dómarnarnar at avgera, hvør skuldi víðari. Kári ella Lorenzo og Charlo.
Hjá dómaranum hjá Kára, Martin Jensen, var sjálvsagt einki at ivast í. Hann valdi sín egna luttakara. Kwamie Liv valdi sjálvsagt eisini sínar egnu, og tískil var tað upp til Thomas Blachman.
Hóast Blachman gjørdi vart við, at Kári ikki hevði ment seg undir Martin Jensen, so sendi hann Kára Fossdalsá víðari til fjórða liveshow.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald